Tilmeld nyhedsbrev
Modtag en e-mail med nyheder
Kringvarp Føroya
Forvinna meiri upp á føroysk viðskiftafólk

BankNordik forvinnur ikki eins nógv upp á danskar kundar sum føroyskar, hóast kundarnir í Danmark eru fimm ferðir fleiri.


BankNordik hevur 25.000 viðskiftafólk í Føroyum og út við 130.000 í Danmark.

Hoyr samrøðu við Janus Petersen, forstjóra, í útvarpstíðindunum.
Læs mere

 Tað bleiv byrja sum vanligt er hjá felagnum við at syngja tjóðsangin

 
Várveitsla

 

Føroyskt Felag í Hvidovre.Hvidovre.

Tlf. Daniel J. 23365450
Niclas tlf. 61783911
Sylvia tlf. 41170546
_____________________________________________________
Várveitsla.
 
Verður hildin Leygardagin 19. Maj kl. 1830
Í veitsluhølunum
Avedøre Tværvej 95, Avedøre, Hvidovre.
Vælkomstnapsur við komuna í gongini.
Til matna fáa vit
SALTGRIND - Tvøst, Spik og Eplir - heimagjørdur og annar sinoppur
Um ynskist, so kann ein fáa Turran Fisk og Turt Spik í staðin fyri Saltgrind
sig frá við tilmelding.
Aftaná Kaffi og Køkur
Hugni, frásøgn og kapping.
Enskur dansur og vit fara eisini upp á gólv.
Vit selja lutaseðlar - góðir vinningar m.a. Skerpikjøt & Ræst Kjøt - trekt á miðnátt.
Prísur Limir kr. 225,00 Gestir kr. 250,00.
Tilmelding seinast hósdagin 17. Maj til ein av nevndarlimunum.
___________________________________________________
Her 5. Maj skuldi verða “Visiónsfundur” í Føroyahúninum, har framtíðin og gongdin hjá Føroyahúsinum var á skránni. Feløg, sum hvør á sín hátt umboða Føroyar og føroysku mentannina í Danmark vóru boðin til fundin - eini 6 - 7 feløg. Vit høvdu melda til luttøku, men fáar dagar innan var fundurin avlýstur vegna væntandi fráboðan og væntandi luttøkuáhuga. Spell at sjálvt feløg sum siga seg umboða føroyingin og føroysku mentannina í Danmark ikki hava hug at møta og geva sína meting um framtíðini hjá føroyinginum í Danmark.
 
Men - hetta er stórt sæð galdandi allan vegin - í dag hevur føroyingurin nóg mikið við seg sjálvan - og tað at tosað og teinkja føroyskt - og áhugin fyri mentannini minkar.
 
Sjálvi sendu vit seinasta vár innbjóðing til limirnar um ókeypis ferð til Oslo at vísa føroyskan dans í samband vi 80 ára hald hjá Færøsk-Norsk Lag. Har var áhugi frá bert 4 limum - og vóru hesu í Oslo og stóðu fyri føroyska dansinum.
 
Komandi Juli verður størsta mentunnarstevnan í Norðanlondum, sum er 3. hvørt ár, og har eini 3000-4000 norrøn fólk hittast til dans, gaman og álvara. Úr Føroyum eru 40 luttakarar. Frá Føroyskt Felag í Hvidovre hava 5 melda luttøku - og fara hesu 5 sostatt avstað at umboða føroyingin í Danmark á norrønu mentunnarstevnuni.
 
Men - hóast alt - so vænta vit síggja tykkam til veitsluna 19. Maj í góðum hýri, og lat okkum gera okkara fyri at vísa, at samanhaldið millum føroyingin og føroysk sinnaðu
framvegis er høgt í meting.
VÆL MØTT TIL VÁRVEITSLUNA
Góðu tit øll

Fríggjadagin í hesu vikuni verður føstudansur v.m. í Føroyahúsinum.
Skrá sæst á heimasíðuni hjá Fótatraðk: www.fotatradk.com undir føstudansur
Kostnaður kr. 50,00.

Føroyskt Felag í Hvidovre ætlar at skipa:
Sinklars vísa, Flóvin Bænadiktsson, Stolt Signhild og Brestirs kvæði -
og um pláss er tøkt á gólvinum at dansa dansispølini:
Ríða Edeling og Vind op vind op i rå.

Gera samstundis vart við jarðarferðina í morgin kl. 11.00 hjá Svein Sørensen.

Møtið fjølment.

Heilsan
FFHvidovre
AÐALFUNDUR 2012

10. mars verður aðalfundur í Sakskøbing í fyrverandi hølinum hjá
Hjemmeværnet tætt við Sportscentret.


Dagsskrá sambært lógina.

Aftaná fáa vit døgurða.

Tit fáa bræv seinni.
 
Vinarliga Nevndin
 

Download fil
 

 Tað bleiv dansa føroyskur dansur á Ráðhúsiðtorginum, sjálvt um veðrið ikki var okkum til vildar
 

 Formaðurin Villi Hansen helt røðu, og fortaldi eitt sindur um Føroyingafelagi á Lollandi og Falster

Føroyskt felag á Lolland og Falster. Fomaður: Villi Hansen, Kastanievej 21, 4990 Sakskøbing Tlf.: 54706426
Lav din egen hjemmeside med mono.net